Í morgin og týsdagin verður eitt gul av norði, turt og sól ella sólglottar og hitin um 12 stig.
Mikudagin melur hann av ymsum ættum, sól og hitin um 12-14 stig.
Hósdagin frískar hann sum frá líður vindin av landsynningi, sólglottar og hitin 12-14 stig.
Fríggjadagin skýggjað men turt fyri tað mesta, ættin verður landsynningur og hitin 13-15 stig.
Næsta vikuskifti verður heldur frískari vindur, nógv sól og lýtt leygardagin men sunnudagin fer sum frá líður at regna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo