Vilhelm Poulsen flytir úr íslendska felagnum Fram Reykjavík til Lemvig-Thyborøn Håndbold næstu trý árini.
Tað skrivar Lemvig-Thyborøn Håndbold á síni heimasíðu.
22 ára gamli Vilhelm Poulsen úr Havn hevur verið knýttur at føroyska landsliðnum, og hevur eisini klárað seg væl í íslendskum hondbólti, har hann hevur skorað 103 mál í 13 dystum.
Lars Broe ítróttarstjóri hjá LTH sigur millum annað, at tey eru sera fegin um at hava fingið samstarv í lag við Vilhelm, tí dygdirnar hjá honum á vøllum eru at finna bæði í álopinum og í verjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo