Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Christian Andreasen, í miðuni, saman við starvsfólki hjá UEFA - Mynd: UEFA.com

Christian Andreasen, í miðuni, saman við starvsfólki hjá UEFA - Mynd: UEFA.com

Christian Andreasen, í miðuni, saman við starvsfólki hjá UEFA - Mynd: UEFA.com

FSF: Tað má sigast at vera ein stór álitisváttan, ið nevndin fyri evropeisku fótbóltssamgonguna, UEFA enn einaferð hevur víst forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya, Christiani Andreasen.

Eftir fýra ár sum formaður í lógarnevndini, hevur nevndin fyri UEFA nú avgjørt, at komandi fýra árini skal FSF-forsetin vera formaður í leikara- og transfernevndini hjá fótbóltssamgonguni. Í altjóða høpi verður nevndin kallað Player’s Status, Transfer and Agents Committee.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur tvær nevndir, sum serliga taka sær av løgfrøðiligum spurningum og regluverkinum aftanfyri sjálvan fótbóltin. Hesar nevndir eru lógarnevndin og leikara- og transfernevndin.

Christian Andreasen leggur frá sær sum formaður í lógarnevndini, men tekur samstundis yvir sum formaður í leikara- og transfernevndini.

Leikara- og transfernevndin viðgerð í høvuðsheitum spurningar um rættarstøðuna hjá fótbóltsspælarum, reglur um flyting av spælarum, umframt hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri umboðsmenn (fótbóltsagentar).

– Eg eri sera spentur at taka hesa uppgávuna á meg. At blíva valdur tvey valskeið á rað sum formaður fyri tvær undirnevndir hjá UEFA, er ein stórur heiður. Men tað fylgir eisini ein stór ábyrgd við, og eingin ivi skal vera um, at mín lutur skal ikki liggja eftir, sigur Christian Andreasen í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo