Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-008/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um gomlu vindmyllurnar hjá SEV
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvaðani hevði landsstýriskvinnan upplýsingarnar, sum hon gav Løgtinginum tann 3. mai í ár, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða, har sagt varð, at átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við gomlu vindmyllunum hjá SEV, og at ongar ábendingar eru um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan?
2. Metir landsstýriskvinnan framvegis, at svarið sum hon gav, var rætt?
3. Metir landsstýriskvinnan, at gomlu vindmyllurnar hjá SEV eru í góðum standi?
Til spurning 1
Svarið 3. mai er latið við støði í upplýsingum frá Elveitingareftirlitinum, sum hevur fingið teir frá samskifti við SEV.
Eg skal í hesum sambandi vísa spyrjaran á, at hann ikki hevur endurgivið mítt svar rætt í viðmerkingunum til spurningin. Í svari mínum til skrivliga fyrispurningin SS-005/2022 svaraði eg m.a.: “Átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við hesum slagnum av vindmyllum. Talan er um átøk, sum framleiðarin stendur fyri at gera, so sum at skerma betur fyri, at væta treingir inn í generatorin. Slíkar tillagingar eru longu gjørdar í vindmyllum av sama slag, sum eru uppsettar seinni, og enn eru ongar ábendingar um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.”
Tá nevndar vera “vindmyllur av sama slag, sum eru uppsettar seinni”, er talan um Enercon vindmyllurnar í Porkeri, sum vóru uppsettar fyri góðum tveimum árum síðan. Her verður roynt at skerma generatorin. Mett verður, at myllurnar í Neshaga og Húshaga hava staðið so mikið leingi, at skaðin sannlíkt longu er hendur.
Til spurning 2
Svarið var rætt, tá tað var latið, og tað er tað enn.
Spyrjarin leggur upp til, at tað er ein andsøgn millum svarið, ið eg lat løgtingum 3. mai – sum gjøgnum Elveitingareftirlitið er komið frá SEV, og tað, sum Heri Mortensen, deildarleiðari í SEV sigur í samrøðu við Kringvarpið tann 15. juni. Tað er tað ikki.
Heri Mortensen sigur í samrøðu m.a., at vindmyllurnar ikki verða umvældar á sama hátt sum áður. Tað er greitt í samanhanginum, at deildarleiðarin meinar, at hesar myllur í Neshaga og í Húshaga ikki verða umvældar á staðnum, tí tað er ov trupult og kostnaðarmikið. Verða tær umvældar, so verða tær sannlíkt sendar til útlandið til umvælingar, eins og Mylla 4 í Neshaga, ið var send til Bretlands til umvælingar. Deildarleiðarin ger greitt í samrøðuni, at SEV hevur enn ikki tikið støðu til, um tað fíggjarliga loysir seg at umvæla hesar myllurnar í útlandinum.
Hetta er fult í tráð við tað, sum eg svaraði 3. mai, og endurtók í viðgerðini av Ólavsøkurøðu løgmans, og sum eg her á triðja sinni endurtaki.
Í vikuni havi eg fingið váttan frá leiðsluni í SEV um, at enn er eingin støða tikin til, um tað loysir seg at umvæla allar gomlu myllurnar í Neshaga og Húshaga í útlandinum.
Til spurning 3
SEV hevur upplýst, at Enercon myllurnar ikki hava roynst eins væl og ætlað. Sannlíkt er tað føroyska veðurlagið við nógvum sjóroki og vætu, sum hevur elvt til avbjóðingar við generatorunum, um átøk ikki verða gjørd at verja.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo