Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! kunngerð nu fleiri nøvn hvønn týsdag. Hesuferð er talan um 4 nøvn, sum fevna um fólka-, heims- og teknotónleik, umframt eitt ljóðleyst støkk-upp diskotek.

Enekk
Bólkurin Enekk bleiv heimskendur í Føroyum við vakra lagnum "Eru vit til?".

Teir funnu skjótt sína heilt egnu tónleikaligu hyll, tá ið teir á granskandi hátt fóru at blandað føroyskan fólkatónleik við m.a bulgarskan fólkatónleik. Úr hesum kom eitt serligt ljóð, sum eisini er styrkt við mergjaðum føroyskum tekstum.

Bólkurin Enekk hevur við sínum trúðvirði kveikt ein brennandi loga í óteljandi tónleikarum í Føroyum.

Bulurin í bólkinum hevur øll árini verið Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge og Óli á Grindaflótti, og tað verða hesir vit koma at uppliva á G!.

Spælimenninir 50 ár
Spælimenninir spæla glaðan fólkatónleik við klaveri, violin, mandolin, blokkfloytu og bassi. 

Tónleikararnir koma ymsa staðni frá, og soleiðis rennur saman millum tónleikaligan siðaarv.

Tey hava spælt fleiri ferðir á G!, men hesuferð er nakað heilt serligt, tí tey fylla 50 ár. Tað eru ikki 50 dagar. 

Og í tey hálvt hundrað árini tey hava ferðast og spælt, er smittandi spæligleðin ongantíð minkað. Tvørturímóti.

So kom tú í rundan føðingardag hjá Spælimonnunum á G!

Playmo
Hettar er helst okkara fremsta teknoskald, Playmo.

Tónleikur hansara er hart pumpandi elektroniskur teknotónleikur, hann verður spældur av heimskendum diskarum kring allan knøttin, og stór teknoplátufeløg standa í røð, fyri at geva út tónleik hansara. 

Í fjør spældi hann í Fjósinum, men í ár ætla vit at lova honum út til stóru fjøldina. 

Kom og verð við, tá ið Playmo fer at koyra veitsluna heim á G! 2024.

Silent Disco Club
Vart tú á G! í fjør? So manst tú hava sæð fólk í stimum dansa við oyrabúffum, uttan at tú sjálvur hoyrdi nakran tónleik. Hettar var Silent Disco Club, sum kemur aftur í ár, men hesuferð við dupult so nógvari útgerð! 

Silent Disco Club eru tríggir diskarar, sum senda tráðleyst til oyrabúffarnar. Tú setur teir á, velur eina av trimum rásum/litum, og so dansar tú ella syngir við. Tú ert kanska gulur, og ímeðan tú lurtar eftir einum lagið tú kennir væl, so kemur tú øðrum við, sum dansa í somu takt sum tú. Men so varnast tú, at tey sum eru reyð hava tað nógv stutligari enn tú, og tú skiftir til reyðu rásina, hoppar inn í tað veitsluna heldur, og syngur og dansar við teimum. Stuttligt ha?

Soleiðis er Silent Disco Club. Eitt ómetaliga stuttligt tiltak, sum fer at støkka upp ymsastaðni á G! 2024.

Tað er higartil greitt hesi spæla á G!, og enn eru nógv nøvn eftir at kunngera: Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsørn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Ragnar Finsson (FO), Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) og Spælimenninir (FO).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo