Tórshavn.fo: Uppskotið um endurskoðan fevnir um broytingar og tillagingar av býarskipanini, millum annað soleiðis, at ásetingar í størri mun samsvara við almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu og hinar bygdirnar í kommununi.
Tilfarið, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Kirkjubø, sært tú her:
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 22. november 2024 til 13. januar 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 13. januar 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo