Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur endurskoðað kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og hevur tað við sær nakrar broytingar og batar í skipanini.
Í sambandi við at Løgtingið hevur samtykt at víðka skipanina við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku til eisini at fevna um foreldur, ið missa eitt barn, hevur verið neyðugt at tillaga kunngerðina.
Landsstýriskvinnan hevur lagt seg eftir, at foreldur, ið fáa veitingina, tí tey hava mist eitt barn, á ein smidligan hátt kunnu venda aftur til arbeiðsmarknaðin.
Tá endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av doyggjandi, og tann ansaði hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi, hevur gamla kunngerðin verið ov stirvin.
Frameftir verður skipanin smidligari, og veitingin kann í størri mun varðveitast, hóast tann doyggjandi er innlagdur.
Eisini var gamla kunngerðin ógreið í mun til rættindi til frítíðarløn hjá teimum, sum í avmarkað tíðarskeið fáa veitingina.
Nýggja kunngerðin tryggjar í størri mun, at tey, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, eisini fáa veitingina, tá tey halda feriu.
Endurskoðaða kunngerðin er nú lýst og komin í gildi.
Til ber at lesa nærri um endurgjald fyri inntøkumissi HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo