Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-124/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni
í Sandoynni, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hví verður tænastan hjá sandoyggjafólki viðvíkjandi sjúkraflutningi gjørd verri, nú sjúkraflutningstænastan í oynni verður niðurløgd?

2. Hvussu verður við tilbúgving og trygd hjá sandoyggjafólki, um óhapp henda í tunlinum?

3. Hví er sjúkraflutningstænastan í Sandoynni ikki partur av tilbúgvingini í Sandoyartunlinum?

Svar:
Til spurning 1

Tann 31. mai 2024 gekk sáttmálin út um sjúkraflutning millum Sjúkrahúsverkið og ein privatan veitara í Sandoynni. Hetta merkir, at tá ringt verður til 112 í dag, verða boð send á Landssjúkrahúsið, sum beinanvegin sendir sjúkrabil við bæði royndum og vælútbúnum ambulansuviðgerðum á staðið.

Fólkini, sum arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hava drúgvar royndir við at veita viðkomandi hjálp til bráðfeingis støður, sum til dømis at geva rættan heilivág, í samráði við liðlæknan í Sjúkrahúsverkinum.

Eftir at stórar broytingar eru hendar í undirstøðukervinum í Føroyum, við at vit m.a. hava fingið ein Eysturoyartunnil og ein Sandoyartunnil, er eitt arbeiði sett í verk, har arbeiðsbólkur, við umboðum frá sjúkraflutningstænastunum á øllum trimum sjúkrahúsunum, arbeiðir við at endurskoða sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. Í samsvari við strategiina hjá sjúkrahúsverkinum, hevur Sjúkrahúsverkið, í hesum sambandi, arbeitt við at útrokna responstíðina (tað er tíðin sum vanliga verður máld, frá tí at ringt verður 112, til hjálpin er á staðnum). Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at responstíðirnar eru heilsufakliga nøktandi um alt landið – eisini í Sandoynni.

Enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni út frá veruligum royndum. Tí hevur Sjúkrahúsverkið fyribils mett um responstíðina, har tað einans verður tikið hædd fyri fjarstøðu og ferð. Arbeiðsbólkurin, sum situr við hesum arbeiðinum, er ikki liðugur enn, men mett verður, at respontíðirnar í Sandoynni koma at liggja á leið sama støði, sum tær gera nógv onnur støð í landinum.

Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum verður liðugt í næstum.

Til spurning 2 og 3
Í tilbúgvingarætlanini fyri Sandoyartunnilin frá mars 2024 er millum annað ásett:

“Um vanlukkan er av slíkum slag, at ikki er møguligt at flyta sjúklingar út við tunnilsmunnan á Streymoynni, men ístaðin Sandoyarmegin, verða hesir møguleikar nýttir:

• Tyrlur verða nýttar til at flyta tey skaddu.

• Fyrimunur kann eisini vera at nýta tyrlur, um vanlukkan er við munnan á Streymoynni. Hetta má støða takast til í hvørjum einstøkum føri, alt eftir um tyrlurnar eru tøkar, og hvussu skjótt kann berast at.

• Um tað verður mett neyðugt, verður skip brúkt til at flyta tey skaddu frá Sandoynni til Streymoynna.”

Tað skal í hesum sambandi nevnast, at sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar sløkkilið, sum partur av tunnilstilbúgvingini, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur stendur klárur at brúka í einum bilhúsi á Sandi. Sambært Sjúkrahúsverkinum arbeiðir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við eini líknandi loysn við sjúkrabili í sama bilhúsi. Samskifti er millum partarnar um hesa avtalu, men enn er ikki komið endaliga á mál hesum viðvíkjandi.

Tað er Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava ábyrgd av sjúkrabilinum, meðan sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið. Ætlanin er, at bilurin eftir tørvi skal mannast við starvsfólki frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum, og tá ið tað ikki er møguligt at nýta tunnilin, verða flutt til Sands við tyrlu.

Heilsumálaráðið, 12. juni 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo