Í kvøld, 27.11, var eitt innslag um hetta í tíðindunum kl 18, har eisini varð tosa við nýggju landsstýriskvinnuna í heilsumálum.
Lat meg siga beinanvegin at eg havi arbeitt so nógv við hesum gjøgnum árini at eg veit at hvørki hon ella nakar annar politikkari, ella tey embætisfólk, sum lýða teimum í oyra, skilja hetta málið nóg væl, til at taka nakra rætta avgerð í tí.
Tað er rættiliga tekniskt og eg havi sæð hvussu gardinurnar fara niðurfyri hjá teimum, tá teknisku detaljurnar koma á borðið.
Fyri meg er tað rættiliga einfalt.
Eg má eisini siga beinanvegin at hetta er í høvuðsheitum galdandi fyri føroyingar sum hava arbeitt í Noregi og goldið til norsku skipanina Folketrygd. Konventiónin er ikki galdandi millum ríkispartarnar og eg kenni ongan, sum arbeiðir í Íslandi, Svøríki og Finlandi, sum kann koma undir hetta. Tí gongur alt út uppá Folketrygd.
Øll kæruskipanin og øll rættarskipanin hevur gjørt av at innkrevjingin frá hesum serstaka bólki er gjørd av órøttum og skal endurrindast.
Landsstýriskvinnan nevndi at ein politisk semja var gjørd um at fara aftur til 2014 og síggja burtur frá fyrningini.
Men orsøkin til at málið er so gamalt, er óendaligt drál frá heilsutrygd og heilsumálaráðnum. Dómurin í Føroya Rætti kundi verið sagdur í 2014 og í Eystara Landsrætti í 2015, hevði tað ikki verið fyri hetta drál.
Síðan kann eg siga at heilsutrygd, um lógaruppskotið verður samtykt sum er, ikki fer at rinda eina krónu í endurgjaldi. Tær 22 miljónirnar, ella hvat tað so verður, eru púra tryggar.
Tí í uppskotinum, sum nú er til hoyringar, er ein finta, sum ger kæruavgerðir og dómar “null and void”.
Í §1, stk. 2 stendur at “Frádráttur í skatti, sum umsøkjari hevur fingið umrøddu árini sambært § 154b í skattalógini, verður drigin frá heilsutrygdargjaldi, sum sambært stk. 1 kann rindast aftur.” Hetta verður endurtikið í §3, stk.2.
Og hvat er so §154b í skattalógini? Jú, søgan er henda.
Øll sum arbeiða í Noregi og sigla við skipum undir norskum flaggi, verða kravd fyri “Trygdeavgift”. Hetta gjaldið hevur í mong ár verið 8,2% av inntøkuni og virkar í øllum lutum sum ein skattur. Hon verður kravd inn saman við skattinum og sæst ikki á lønarseðlum sum eitt serstakt gjald.
Men hóast hetta, varð upphæddin skattað í Føroyum sum inntøka og var soleiðis tvískatta.
Hetta førdu vit fram fyri løgtingi og landsstýri og í 2012 kom so hendan greinin, §154b, inn í skattalógina, sum loyvdi frádrátt fyri hesum skatti eisini, eins og er vanligt við øllum skattum. At hon gjørdist 154b, komst av at §154 loyvir frádrátt av skattum, sum er kravdur í londum, ið vit ikki hava tvískattasáttmála við.
So frá 1. Januar 2012 og fram til 1. Januar 2024 var soleiðis loyvt at draga hesa upphædd frá í Føroyum. Tá avtók løgtingið hesa lógargrein og upphæddin verður aftur tvískatta.
So er tað fintan.
Heilsutrygdargjaldið er 0,6% av skattskyldugu inntøkuni, umframt 175 krónur um mánaðin.
Norska “trygdeavgiften” er 8,2% av bruttoinntøkuni.
Tvs. At upphæddin, sum skal dragast frá, fyri at vit kunnu fáa endurgoldið heilsutrygdargjaldið, sum ØLL rættarskipanin hevur givið boð um, er nógv størri en endurgjaldið.
Endurgjaldið skal ganga aftur til november 2014, men frádrátturin hevur verið í kraft síðan 2012.
Altso onki endurgjald.
Í umsøknini um endurgjald verður eisini kravt skjalprógv fyri inngjald til norsku skipanina.
Heilsutrygd hevur brúkt 12 ár til at akkumulera sína skuld. Nú fáa vit eitt ár til at finna skjalprógvini.
Hvussu skulu vit so skjalprógva øll inngjøldini til Noregs? Jú, vit kunnu venda okkum til norska NAV at fáa tey at hjálpa okkum.
Taks hevur sett av 7 ársverk til at viðgerða umsøknir. Men eg skal seta hvat sum helst uppá spæl at pástanda at NAV setir ikki EIN manntíma av til at hjálpa einum túsundtali av føroyingum at berjast við Taks.
Hin møguleikin er sjálvandi at venda sær til Taks. Taks hevur kravt inn fyri heilsutrygd øll árini. Taks fær alt at vita um uttanlandsinntøkuna í sjálvuppgávuni og har framganga eisini gjøld til folketrygd.
Tað vil jú siga at Taks hevur allar upplýsingar, sum tørvuur er á, men krevur at Skatteetaten og NAV skal skaffa okkum tær. Og tá tey rætta okkum ein penan blankan fremstafingur, kann Taks heldur ikki viðgerða umsøknir.
Flott, ha?
So, bara fyri at gníggja eitt sindur av eyka salt í sárið: hetta inngjaldið til NAV gevur eisini rætt til eina røð av útgjøldum. Fólkapensjón, ið verður mótrokna í føroysku fólkapensjónini, avlamispensjón, fyritíðarpensjón arbeiðsloysisstuðul, barnapengar, barsilspengar og mangt, mangt anna. Tá vit fáa hesi gjøld útgoldin, eru tey skattskyldug í Føroyum sum A-inntøka.
Henda upphædd, sum ikki er ein inntøka, men verður skattað í Føroyum sum inntøka, verður eisini skatta við útgjald, umframt at hon so verður brúkt til at sleppa undan at gjalda aftur krøv, sum øll rættarskipanin hevur dømt ólóglig at vera.
Rættartrygd? Nei, so vist ikki.
Dánjal Jákup Meinertsson
Fyrrverandi formaður í Antares
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo