Ætlanin var at aðalfundrin í Norðoya Sjálvstýrisfelag skuldi vera seinasta týskvøld, men Fiskivinnutingið forpurraði tær ætlanirnar. Tí hava fyrireikararnir nú boðið til nýggjan aðalfund næsta týskvøld klokkan 20.
- Vit vóna, at nógv koma á fundin at stuðla flokkinum við undirskriftum, soleiðis at flokkurin kann stilla uppaftur til komandi løgtingsval. Øll kunnu skriva undir, og tú ert vælkomin at bjóða onkrum við, siga fyrireikararnir í skrivi til miðlarnar.
Sjálvur aðalfundurin í Norðoya Sjálvstýrisfelags verður í gomlu Cafe Fríðu í Nólsoyar Pálsgøtu 7 í Klaskvík, týskvøldið 28. februar klokkan 20:00.
Á skránni verður eisini innsamling av undirskriftum til endurreisn av Sjálvstýri. Sámal Petur í Grund, floksformaður, fer at siga frá um søgu floksins.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo