Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning.

Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at strandfaraskipini skulu endurnýggjast, soleiðis at Strandferðslan fær tíðarhóskandi ferjur, til gagns fyri borgarar og vinnu.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verða játtaðar 3 mió. kr. til at gera neyðugar kanningar og at fyrireika eina endurnýggjan av strandfaraskipunum.

Ætlanin er eisini, at ferjurnar verða smíðaðar í Føroyum, í tann mun tað ber til, fyri at menna føroyska vinnu og serkunnleika.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur: “Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott um alt landið, soleiðis at vit kunnu búgva, arbeiða og ferðast undir góðum og høgligum umstøðum kring allar Føroyar. Tí fegnist eg um, at gongd nú kemur á at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo