Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.

Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týðandi rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.

Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er!

Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!

Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða skúlatilboð nøktandi til øll.

At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nógv ár verið kring alt landið, so hava bert heilt fá pláss verið í Tórshavnar kommunu. Seinri árini, hevur plásstrot helst eisini spælt inn! - Tað paradoksala er, at fylri flokkarnir eru, tess fleiri næmingar tørva eitt sertilboð. Yvirfyltir skúlar og flokkar er ein ónd ringrás, vit eiga at hava nógv meira fokus á!

Býurin vaksur við rúkandi ferð við eini 200 útstykkingum á Argjum og fleiri 100 íbúðum í Vesturbýnum, tí vera útbyggingar neyðugar á fleiri skúlum næstu árini, umframt at vit eiga at arbeiða fyri, at allir teir størri skúlarnir í Tórshavnar kommunu fáa serflokkar.

Argjaskúli hevur víst á tørvin og ynski um serflokk, og tað verður nú arbeitt við tí.

Eg eri sera takksom fyri góða arbeiðið m.a. sum forkvinnan í trivnaðarnevndini Súna Mørk hevur gjørt, vælviljan, loysnir og undirtøku frá øllum býráðnum, ið nú gera, at vit kunna bjóða fleiri børnum við avbjóðingum betri atkomu til læring.

Bjørg Dam 
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo