Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Í dag var ein stórur dagur hjá løgregluni í Føroyum. Nýggja skjótihøllin í Norðadali bleiv tikin í nýtslu, og harvið fær løgreglan møguleikan at hava skjótivenjingar alt árið, uttan mun til hvussu veðrið er.
- Hetta gagnar trygdini hjá okkum øllum, tá løgreglan hevur optimalar arbeiðsumstøður. Skjótihøllin er nakað, ið løgreglan hevur biðið um í nógv ár, og eg fegnist um at hava kunna veitt løgregluni eina hjálpandi hond í sambandi við at fáa høllina bygda, sigur Anna Falkenberg.
Skjótihøllin kostar umleið 14 milliónir krónur, og Edmund Joensen setti gongd á arbeiðið at fáa betri umstøður til skjótivenjingar í Føroyum.
Í samband við fíggjarlógina 2023 blivu 5,8 mió settar av til betri skjótiumstøður hjá løgregluni í Føroyum eftir ynski frá Annu Falkenberg og í samstarvi við Javnarðarflokkin á fólkatingi.
- Eg fari at ynskja løgregluni til lukku við bygninginum, og vónandi fer hann at roynast væl, sigur Anna Falkenberg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo