Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

OYN OY: Sigast má, at nógv hava bíðað sera spent, síðan vit fyri knapt tveimum árum síðani fóru undir fyrireikingarnar til eitt nýtt føroyskt mikrobryggjarí.
Fólk hava regluliga fregnast um gongdina, og afturvendandi boðini hava verið, at tey gleða seg til at sleppa at bíleggja ”oyna OY”.

Fólkið hevur sostatt talað, og hava vit tí valt, at hendan fyrsta ølin sjálvandi bara skal eita OYN OY. Navnið sipar harvið bæði til eina øl og eina oyggj, og kann bert tíðin vísa, hvussu tað fer at ganga, tá fólk brádliga skulu bíleggja tvær av slagnum.

OYN OY er ein rein og frísklig pilsnarøl við einari alkohol styrki á 5,2%. Hon hevur ein góðan maltsmakk og er løtt at drekka. Harafturat hevur hon ein væl javnvigaðan dám av hunangi, hoyggi og humlu.

Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar, og rennur í dag úr kranunum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum í bygd og býi. Bryggjað verður við fullari ferð, so skjótt verður OYN OY at fáast kring alt landið, í bæði krana og í dós.

Afturmeldingar hava higartil verið sera góðar, og vit eru sera spent at hoyra enn meira frá tykkum.

Tí hjá OY snýr tað seg bert um at sleppa at gera góðar og vælsmakkandi øl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo