Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Viðhvørt hendir tað, at onkur setur ein spurning, sum er ringur at svara uppá.

Hetta var mær fyri einaferð í lestrarárum mínum. Fyri summarfrítíðina varð eg biðin um at hava eina framløgu fyri hinum lesandi og lærarunum um føroysk politisk viðurskifti. Eg noyddist so at fyrireika meg eftir førimuni og helt at tað gekk so toluliga. So var høvi til at seta spurningar. Ein av næmingunum rætti hondina upp og spurdi: “Hvat var tað í veruleikanum sum klaksvíksstríðið snúði seg um?”

Tann sum spurdi var Margreta prinsessa.

Henda spurning hevði eg als ikki fyrireikað meg uppá. Her vóru góð ráð dýr, og eg royndi at siga, at hetta var eitt politiskt stríð sum fekk eina politiska loysn.

Sannleikin var tann, at eg visti yvirhøvur einki um tað sum har fór fram. Sjálvandi kendi eg gongina í málinum, men tað var frá fjølmiðlunum og frá tí, myndugleikarnir høvdu at borðreiða við. So frægt hevði eg longu tá lært, at tað ber ikki til at siga nakað um eitt mál uttan at lurta eftir tí sum báðir partar hava at føra fram, og illa gekk at fáa nakað at vita frá teimum, sum høvdu sett seg ímóti myndugleikunum.

Síðani er nakað skrivað um hetta mál, men vansin við tí, sum fram er komið, er at alt tað vit hava fingið at vita, er úr somu skuffu. Vit kunnu fara inn á google og leita, og har eru endurtøkur av tí, sum valdshavarar førdu fram fyri meir enn hálvari øld síðani. Søgumenn kunnu sleppa framat skjølum, sum myndugleikararnir framleiddu fyri at reinsa seg sjálvar, og kunnu skíra hesi propagandarit sum rættar søguligar keldur.

Nakað fekk eg at vita, sum ikki hóskaði við hesa mynd. Ein maður vendi sær til mín og fortaldi, at eitt herskip kom til heimbygdina og tók faðir teirra, so móðirin sat eftir við fimm smábørnum. Húsbóndin var av raskastu monnum. Hann kom fyri rættin og tá hann kom heim aftur fleiri mánar seinni, var hann fyri ongum og varð ongantíð arbeiðsførur aftur. Hesin maðurin helt at tað var løgið, at slíkt kundi henda uttan at fáa nakrar avleiðingar fyri teir myndugleikar, sum framdu slíkan yvirgang.

Tað sum vit hava saknað, er ein frágreiðing frá teimum, sum taptu klaksvíksstríðið. Frá teimum, sum vóru uppií og bardist so manniliga, at tað vakti ans um allan heim, og settu ein blett á teir myndugtleikar, sum hóreiggjaðu sær sum statsterroristar.

Og nú er bókin komin!

Tað er ein av okkara kringastu pennum, sum hevur givið okkum eina bók um síni unglingaár sum luttakari í mótstøðurørsluni í Klaksvík í fimmtiárunum.

Høvundurin er Líggjas í Bø, sum er føddur í 1938 og tí var fjúrtan ár tá stríðið tók seg upp. Hann hevur sitið undir hvørjum orði og ofta verið hjástaddur, tá hendingarnar eru farnar fram. Her er tí talan um eina fyrstahondskeldu. Nú so nógv ár eftir hevur hann harumframt fingið innlit í tað tilfar, sum løgreglan hevur í sínum skjalagoymslum.

Av tí at hann dugir so væl at skriva, fær lesarin eina heildarmynd av tí, sum er farið fram. Tann undrandi unglingur, sum lesur hesa bók, fær tann mestsum surrealistiska veruleikan lýstan. Hvussu danir, sum høvdu samstarvað av fullum huga við týskararnar undir krígnum, eftir kríggið skuldu royna at tváa seg gullreinar fyri at teljast millum tær tjóðir, sum høvdu verið í kríggi við Týskland!

Tí máttu teir fáa revsing, sum høvdu samstarvað. Ein av teimum, sum tá varð raktur, var Halvorsen lækni. Hann hevði sum so mangur verið heldur glaður fyri at Týskland hevði fingið eina leiðslu, sum fekk lóg og landaskil í lag. Men tá týskurin legði á Danmørk, tók hann ikki longur undir við Týsklandi. Hann var tó lækni, og bjóðaði sær til at viðgera særdu hermenninar, eisini teir danir, sum av donsku stjórnini vóru lokkaðir at fara í kríggj við russar. Eftir kríggið reisti ákæruvaldið sak ímóti túsundtals dønum fyri at hava hjálpt hersetingarvaldinum. Halvorsen varð kannaður, men fekk skjótt at vita frá løgregluni, at har var einki at koma eftir. Fleiri ár eftir vendir ein smettari sær til danska læknafelagið og sigur, at Halvorsen ikki hevur verið nóg tjóðskaparligur undir hersetingini. Halvorsen fekk ongantíð at vita hvør smettarin var, og sýtti tí fyri at svara felagnum, og varð í veruleikanum fríkendur, men skuldi gjalda sakførara felagsins 600 krónur. Hann segði, at tað vildi hann sum ósekur ikki lata sær lynda, og varð tí koyrdur úr felagnum.

Nú kundi læknafelagið breggja sær á, tí nú høvdu teir gjørt tað bragd at revsa ein ósekan mann til landsins frama.

Tá var Halvorsen komin til Føroya og royndist væl sum lækni á Landssjúkrahúsinum. Nú Klaksvíkar sjúkrahús knappliga ongan lækna hevði, noyddu hinir læknarnir hann at fara hagar, og tað hóvaði honum illa. Men hann var dugnaligur lækni, og hóast hann ikki var fagurlátin, tóku norðingar hann til sín og roknaðu sum givið, at hann fór at verða settur í læknastarvið tá tað varð lýst leyst. Hóast myndugleikarnir viðurkendu, at hann leyk allar treytir dugnaskapi viðvíkjandi, so fekk hann ikki starvið, tí danska læknafelagið ikki vildi ganga við til, at ein, sum ikki var limur í hesum felag, skuldi sleppa framat.

Tað var henda yvirgang, sum norðingar ikki vildu lata sær lynda.

Danska læknafelagið fekk drigið allar myndugleikar upp á tráð. Allir vildu hjálpa til at fáa Halvorsen úr Klaksvík, og tað eydnaðist.

Framferðin var óhoyrd í mentaða heiminum, men var fullkomuliga í tráð við ta, sum danska fyrisitingin hevði brúkt í einvaldstíðini til at berja niður alla mótstøðu. Tað gekk bara ikki so ómakaleyst, sum teir høvdu ætlað.

Teir vóru vanir við at brúka prestar at kyrra tey misnøgdu. Men her var presturin í parti við fólkunum. Hann varð hóttur til at fara av landinum við sínari føroysku konu.

Myndugleikarnir royndu seg við fútabanni, men norðingar vóru ikki so at syfta, og skumpaðu teir umborð á tey skip, teir vóru komnir við!

Eins og eftir fólkaatkvøðuna í 1946, tá danir ætlaðu at handtaka ólýdnu løgtingsmenninar, og vóru fúsir til at nýta hervald um løgreglan ikki megnaði sítt lutverk, so sendu teir boð eftir 170 løgreglumonnum úr Danmørk at koma til Klaksvíkar við Parkeston, og vóru til reiðar at lata tað herskip, teir høvdu her, hjálpa løgregluni at berja niður tey misnøgdu.

Tað verður prógvað í bókini, at skil var í mótstøðuni hjá norðingum. Tað passaðí, at teir høvdu spreingievni umborð á teimum skipum, sum vórðu løgd at forða løgregluni at koma inn í havnina. Tað var bara tí rimmar undirtøku, norðingar fingu frá fakfeløgunum í øllum Føroyum fyri at takka, at blóð ikki fleyt, og at løgregluskipið mátti fara niðuraftur sum av torvheiðum.

Hetta var eitt ótrúligt bragd, og sum Líggjas ger vart við, er hetta sambærligt við tey avrik, sum frælsisrørslur um allan heim hava at vísa á frá teirri, sum tók seg upp í Amerika í 1776 til tær í triðja heiminum í okkara tíð.

Síðani vísir hann á hvussu politikararnir ikki dugdu nóg væl at nýta sigurin, men gingu við til at lata Halvorsen fara av sjúkrahúsinum, hóast teir høvdu fingið at vita frá honum sjálvum, at so kom hann ongantíð aftur. Tá var lagamanni at koma við herskipi til Klaksvíkar og fara undir handtøkur og dómar av fólkum, sum ikki høvdu gjørt annað til saka enn at seta fram eitt fullkomuliga rímiligt krav um at sleppa framvegis at hava ein dugnaligan lækna, sum einki ólógligt hevði gjørt og passaði sítt arbeiði í meir enn tvey ár uttan ein einasta frídag og uttan at fáa løn frá myndugleikunum!

Henda bókin er so góð, at eg kann viðmæla Margretu at lesa hana fyri at fáa tann spurning svaraðan, sum hon setti mær á sinni.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo