OY: Tú kennir tað. Innandura við vinmonnunum ella ein góður fjalldagur – og tú skalt koyra heim aftaná. Tað koma riv á borðið, men tað er mikudagur. Vinkonurnar eru úti og roksa, men tit skulu tíðliga upp morgunin eftir til hondbóltsdyst. Ella tú etur smyrjibreyð á miðmála og skalt til arbeiðis aftaná.
Brýggjaríið OY hevur nú sent sína fyrstu alkoholfríu øl á marknaðin. Ein løtt og frí øl, sum eitur 0,OY. Vælsmakkandi og góð.
- Vit eru sera spent upp á at fólk skulu royna okkara nýggju akoholfríu øl. Hetta broytir alt. Afturmeldingarnar eru sera góðar. Hon smakkar bara sum ein góð øl.”, sigur Óli Restorff Hansen, stjóri í OY.
Endiliga ein øl til týsdagar. Ein øl til tá tú skalt okkurt seriøst seinni, tá tú skalt tíðliga upp ella út at koyra bil omaná.
0,OY fæst í flestu Á-handlunum kring landið, Samkeyp á Toftum, Bónus í Havn, í Miklagarði og í Sjoppini í OY.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo