Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Íverksetarahúsið bjóðar øllum til Ársins Íverksetaradag í Løkshøll í Runavík, fríggjadagin 3. mai kl.13:00.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn, Granan.

Tað verður Løgmaður Aksel V. Johannesen, sum kemur at handa Granan til Ársins Íverkseta 2019.

Høvuðstalari í ár verður Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er stovnari av Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna.

Tummas Justinussen, reiðari og stovnari av Skansi Offshore kemur við hugleiðingum um lívið sum íverkseti og vinnulívsmaður. Umframt hetta koma Kirstin og Høgni Hammer frá fyritøkuni Gómagott, sum gjørdist Ársins Íverkseti 2018, at hugleiða um, hvussu teirra íverksetara ævintýr byrjaði og hvussu tey hava ment fyritøkuna til tað hon er í dag. Síðsti røðari verður Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, hann kemur við einari hugleiðing undir heitinum ”Frá høvdinum skal tú hvalin skera, og frá kjølinum skal tú bátin gera”.

Eftir handanina verður netverkan og ábit, har høvi verður at fáa eitt prát við ymsar vinnuspírar, ið koma at vísa fram, hvat tey hava at bjóða.

Íverksetaradagurin verður hildin í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 3. mai.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg.

Sí skránna og tekna teg til Ársins Íverksetaradag 2019 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo