Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

( 27/7. 1891  ---  27/7.  2016)

- tann sanni og reelli skaparin av tí føroyska flagginum 125 ár 

Presturin Emil Joensen, sum stovnaði Tað føroyska kristiliga Ungmannafelagið í Kjøpinhavn 1918 og teknaði tað føroyska flaggið á Regensen árið eftir, var føddur í Bø tann 27. juli 1891 og hevði tessvegna fylt 125 ár tann 27. juli í ár.

Tað er ein treisk og óklæðilig nationalistisk lygisøga, at Jens Oliver Lisberg og Janus Øssursson tveireinir skaptu tað føroyska flaggið á Regensen í Kjøpinhavn 1919.

Føroysk skúlabørn verða konsekvent og uttan nakrar viðmerkingar ella forklárandi fótnotur indoktrineraði við hesi mytu. Flestu søgumenn vita av hesum pínliga faktum, men lata bara sum einki!

Sum onkur erligur og djarvur søgumaður tók til, meðan Emil enn var á lívi:

"Tann livandi vágamaðurin Emil Joensen er beinleiðis skrivaður út úr flaggsøguni til frama fyri tann deyða suðuroyingin Jens Oliver Lisberg!"

Tað er jú nógv lættari at skapa mytur um farnar menn!

Men tað svitast ikki, at tað var bíggjarmaðurin og presturin, Emil Joensen, sum teknadi flaggið fyrstu ferð. Tí átti hann at verið bæði nevndur og fagnaður saman við hinum báðum, sum fáa alla æruna.

Emil var sóknarprestur við Mariakirkjuna í Istedgade, Kjøpinhavn í meira enn ein mansaldur. Hann var sjálvsstýrishugaður, men avgjørt ikki loysingarmaður; hann og Petur Mohr Dam vóru persónligir vinmenn. Teir vóru báðir eldhugaðir  ríkisfelagsskapsmenn og ynsktu konstruktiva samvinnu við Danmark og danskarar um at skapa føroyingum mannsømulig kor. Sum skilamenn hildu teir, at tað gagnaði  báðum pørtum best at draga eina politiska  línu!

Tað er ofta skrivað og sagt fyrr, men lat meg einaferð enn orðaraðið taka uppaftur tað, sum Emil sjálvur skrivar í 25-ára minnisritinum hjá Tí kristiliga føroyska Ungmannafelagnum í Kjøpinhavn (1918-1943):

"Sunnudagurin hin 2. mars 1919 var ein merkisdagur í Føroya søgu. Á hesum degi varð hitt nýggja føroyska krossflaggið vígt á føstugangsveitslu Føroyingafelags í Brohusgade 17. Studentaflaggið hevur tað verið kallað av tí, at tað vóru studentar, sum vóru upphavsmenn til merkisins og skapaðu tað.

Høvuðsmenninir vóru stud. jur. Jens Oliver Lisberg og stud. theol. Janus Øssursson. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað gamla veðraflaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við hini norðurlanda fólk. So ein dagin komu Jens Oliver Lisberg og Janus Øssursson  inn á Regensen til mín í góðum hýri; nú skuldi álvara gerast av og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var fimtingur av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt, og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var hin einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Frederiksberggade til "Nordisk flag- og fanefabrik" at bíleggja  lítið flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út av regensvindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurrá og ynsktu tillukku.

Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Føroyingafelag. Og tað var avgjørt, at lítla merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast føstulávintssunnudag 2. mars."

At døma eftir hesari frásøgn er ilt at gera Emil Joensen til ein statist í flaggsøguni. Eingin ynskir at taka heiðurin frá hinum báðum, men tað er smálig og órímulig søguskeikling at ignorera sjálvan teknaran av flagginum.

Smb. dagbókina hjá Emil, vóru hinir báðir faktiskir statistar "in statu nascendi", meðan Emil  sum  høvuðspersónurin teknadi flaggid. - Tað átti tí sjálvandi at verið pláss fyri hesi flagg-trio í øllum føroyskum søgubókum.

Tað bleiv eitt seigt og langt eljustríð millum tveir flagg-partar aftaná minnisritið hjá Emil Joensen í 1943. Hann kom undir herviligt  trýst, og menn kravdu beinleiðis av honum, at hann tók orð síni aftur, men Emil helt seg til sannleikan og lat seg ikki kúga.

Tey, sum hildu við honum, gjørdu manngarð um Emil Joensen og tað sonevnda "Mílaflaggið", meðan onnur fingu sær eina aðra versión. sum seinni er blivin tann officiella.

Hvør hevur nú rætt?  Ja, her kann eg m.a. citera Ólav Hátún, sum er bróðursonur Emil Joensen. Hann hevur fleiri ferðir tikið nakað soleiðis  til um pápabeiggjan: "Emil var kanska naivur, og sum predikantur var hann ikki av teimum mætastu, men hann leyg ikki!"

Og so er reelt alt sagt! Emil vildi ikki ganga frá sínum, tí hansara versión var tann autentiska.

Alla mína tíð í Kjøpinhavn umrøddi man bara  flaggið sum "Mílaflaggið ella studentaflaggið". Nógv fólk hava gjøgnum árini roynt at fingið Emil rehabiliteraðan, eitt nú  Nikolina Beder, sum hevur skrivað nógv um flaggsøguna.

Seinni bøkur og røður hava skeiklað ta seigu reellu søguna og hava viljað, at Emil Joensen skal  "hvørva úr flaggsøguni".

Tað skal ikki lukkast teimum, tí Emil var ein erligur heiðursmaður, sum hevur uppiborið at vera fagnaður sum tann sanni  flaggteknarin.

Emil doyði um heystið 1975 sum 84 ára gamal.

Virgar D

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo