Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Hósdagin klokkan 16.00 kemur nýggi verksmiðjutrolarin hjá partafelagnum Havborg á Havnina. Hann leggur at á Eystaru bryggju, har móttøka verður.

Talur verða hildnar og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.

Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.

Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila.

Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.

20 mans verða við fyrsta túrin.

Emerald tekur eini 900-1000 tons av rækjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo