Tórshavnar kommuna: Hon er fødd við ár í hond, og enn einaferð hevur Sarita Kristina Hansen prógvað seg sum ein innirógvara í fremstu røð. Sarita vann farna vikuskifti EM í inniróðri.
Fimleikahøllin í Kollafirði var karmur um føroysku luttøkuna, nú alt gekk fyri seg á netinum vegna koronu. Vanliga ferðast Sarita út í heim at kappast.
Fyrrapartin var EM-meistarin saman við manni, foreldrum og verforeldrum á gátt hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen.
Sarita greiddi frá, at hon umframt at endurvinna EM-heitið eisini kann kalla seg bretskan meistara í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár. Hetta er triðju ferð, at Sarita vinnur EM í innirógving. Um somu leið róði hon seg til HM, sum verður í februar í komandi ári.
Fyri framman liggur eitt stórt arbeiði at fáa altjóða róðrarsambandið at viðurkenna Róðrarsamband Føroya, soleiðis at Sarita og allir hinir rógvararnir kunnu umboða Føroyar í altjóða kappingum.
Hon er fødd við ár í hond, og enn einaferð hevur Sarita Kristina Hansen prógvað seg sum ein innirógvara í fremstu røð. Sarita vann farna vikuskifti EM í inniróðri.
Slået op af Tórshavnar kommuna i Fredag den 11. december 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo