Í kvøld verður finalan millum Týskland og Russland leikt í Krakow í Póllandi.
Dysturin byrjar kl. 19,30 føroyska tíð, og sæst beinleiðis á YouTube.
Týskland vann sína semifianlu í gjár 3-2 á Serbia, har 5. settið endaði 15-13. Hini settini endaðu: 24-26, 15-25, 25-18, 27-25, 15-13.
Russaland vann síðan hálvfinalu 3-0 á Belgia – settini endaðu: 25-14, 25-17, 25-17.
Russland hevur eitt sera gott lið, so um ikki Týskland finnur onkur snildi fram til í kvøld, so verður roknað við einum russiskum sigri.
Klokkan 16,30 verður bronsudysturin leiktur millum Belgia og Serbia.
Meira fæst at vita um dystirnar inni á www.cev.lu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo