Maria Branyas, sum inntil nú hevur verið elsta fólk í heiminum, er deyð 117 ára gomul, upplýsur hennara familja á X.
Maria Branyas er fødd í USA tann 4. mars 1907. Seinni fluttu hon og familjan aftur til Spania, har hon eisini andaðist.
Sambært Gerontology Research Group er tað nú japanarin Tomiko Itooka, 116 ár, sum er heimsins elsti persónur, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo