Kringvarpið: Elsti føroyingur, Theodor Thomassen í Sørvági, er deyður, 107 ára gamal.
Við børnum og barnabørnum eru eftirkomararnir hjá Theodori eru omanfyri 100 í tali. Í 1930 giftist Theodor Nenceu Hansen, sum eisini varð ættað úr Sørvági.
Theodor og konan bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1979.
Theodor Thomassen hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var gott 95 ára gamal. Theodor Thomassen sovnaði stillisliga burtur mikukvøldið, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo