Bryggjaríið, sum hevur staðið sína roynd í 127 ár, íroknað tvey heimskríggj, stóru depresjónina, forboðstíðina og fíggjarkreppuna, hevur nú avgjørt at gevast.
Bryggjaríið sigur sjálvt trupulleikarnar vera korona og økta inflasjónin.
– Anchor hevði ongar pengar eftir, sigur talspersónurin fyri Anchor Brewing, Sam Singer, við The San Francisco Standard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo