Tað kemur ein dagur, har ongin longur nýtist at arbeiða. Hevur nakar eitt arbeiði, so er tað til stuttleika, tí vitlíki fer at gera alt fyri okkum.
Soleiðis ljóðar spádómurin frá einum av heimsins ríkastu monnum, Elon Musk.
Tað skrivar BBC.
Elon Musk, sum eigur bilmerkið Tesla og rúmdarverkætlanina SpaceX, helt, at ein av størstu avbjóðingunum hjá menniskjanum í framtíðini verður at finna meining við lívinum.
Hann var boðin at tosa á eini ráðstevnu um møguleikar og avbjóðingar við vitlíki, sum millum annað bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak var vertur fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo