Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá ið Elon Musk var var við at stovna firmaið OpenAI – sum eigur ChatGPT – var missjónin at skapa vitlíki ”mannaættini at gagni.”

Men nú heldur Elon Musk, at firmaið hevur valt eina kós, har endamálið er at tjena pengar til Microsoft, sum fór at samstarva við OpenAI í 2019, og sum fleiri ferðir hevur gjørt íløgur fyri stórar upphæddir í firmaið, skrivar DR.

Og tað er sambært Musk ímóti avtaluni hann upprunaliga gjørdi við Sam Altman og Greg Brockman, tá ið teir tríggir stovnaðu firmaið í 2015.

Her vóru treytirnar at firmaið skuldi vera almannagagnligt, open source og mannaættini at gagni.

Tí hevur Elon Musk hugsað sær at fara í rættin við OpenAI og Sam Altman, sum er stjóri í firmanum, fyri tað sum Elon Musk sigur er sáttmálabrot, skrivar Reuters.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo