Í eini óvanliga persónligari jólarøðu hevur hennara hátign, Elizabeth onnur drotning tosað um sorgina, hon hevur kent, eftir at hava mist mann sín, Philip prins, sum hon hevði verið gift við í 73 ár, tá hann doyði í apríl í ár, 99 ára gamal.
Hon tosaði um skálkabrosið í eygum hansara, og um, hvussu hon longdist eftir honum. Hon segði seg hava samkenslu við øllum, sum høvdu mist onkran kæran í árinum, sum nú er farið at halla.
Elizabeth drotning heldur jólini saman við familjuni í Windsor Castle aftur í ár, hóast hon plagar at vera í Sandringham har eysturi í Onglandi á jólum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo