Tað bleiv Elisabeth Hummeland sum í morgun fekk ársins herðaklapp frá Vestmanna kommunu. Tað hendi við árliga morgunmatarborðið, sum er partur av afturvendandi tiltakinum Vestmannadagar, sum hava verið nú í eini 10 ár.
Í grundgevingunum segði Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, soleiðis:
Í sínum ungu árum var hon virkin í Ungmannafelagnum Geilini, í sjómanskvinnuringinum, í VÍF og í sjónleikaralívinum, sum tá var í bygdini.
Hóast hon sjálv er komin nakað til árs, fer hon av sínum eintingum við eldri til handils, koyrir tey trúføst til lækna, til Havnar, vitjar eldri borgarar í bygdini og gongur túrar við teimum. Hon er glað, blíð, fyrikomandi og altíð klár til eitt prát. Takk fyri tað, ið tú gert.
Á myndini er Elisabeth saman við manninum, Jákupi.
- Hetta má vera tað størsta, at blíva ársins vestmenningur, segði ein rørd Elisabeth tá hon takkaði fyri heiðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo