Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Torshavn.fo: Hon hevur 25 ára starvsdag og leggur frá sær nú 1. desember. Seinnapartin var samkoma í Mettustovu, har m.o. borgastjórin Annika Olsen helt røðu fyri Elini.

Annika Olsen segði m.a., at so mangan hoyra vit, at vilt tú meta um sosiala og empatiska støðið í einum samfelag, so skalt tú hyggja at, hvussu tey veikastu hava tað.

- Vit kunnu altíð kjakast um, hvørji tey veikastu eru, men tað er ongin ivi um, at hjá teimum flestu standa harðskapsraktar kvinnur og børn ovast á listanum.
- Kvinnuhúsið, eisini kallað Kreppumiðstøðin, hevur líka síðan í oktober 1990 havt sum aðalmál at varpa ljós á harðskap og órættindi framd móti kvinnum og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist.
- Fyri 30 árum síðan var tað als ikki einfalt at tosa um slíkt í Føroyum. Og tað tók eisini langa tíð, áðrenn bæði samfelagið sum so og tað almenna viðurkendu trupulleikarnar.
- Flestu tykkara kenna søguna, um hvussu arbeiðið byrjaði í Kvinnufelagnum í Havn, til peningur á fyrsta sinni varð settur av á fíggjarlógini í 1988.
- Hartil var stutt til Kvinnuhúsfelagið var stovnað í himmalsins ódnarveðri eitt vetrarkvøld í 1989. Nógvar kvinnur bjóðaðu sær til at arbeiða sjálvboðið - og í oktober 1990 lat Kvinnuhúsið so upp í KFUM.

- Síðan hevur Kvinnuhúsið verið eitt friðskjól, har kvinnur hava fingið ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Og her hava kvinnur havt møguleika at búgva við børnum sínum. Her hava verið samrøðubólkar, og her hava fólk kunnað fingið sálarhjálp.

- Elin varð sett í starv í 1994 og gjørdist skjótt sjónlig í almenna rúminum. Hon var tann, sum alment greiddi frá um húsini og sum siðiliga avgreiddi alt samskiftið við fjølmiðlarnar.
- Við luttøku í norðurlendskum samstarvi á økinum fekk Elin dyggan førning at meta um støðuna hjá kvinnum í Føroyum, og at formidla boðskapin víðari.
- Elin hevur eina sera dámliga persónsmensku, sum virkar spekjandi uppá fólk, og tí er hon avbera vælegnað at arbeiða við fólki í kreppu. Og tað hevur hon eisini drúgvar royndir við.
- Ein av starvsfeløgum hennara tók til, at Elin umboðaði Kvinnuhúsið so væl í fjølmiðlunum, at hon gjørdist beinleiðis errin av at arbeiða har!
- Og so kann eg nevna eisini, at Elin var við til at stovna sjálvhjálparbólkarnar, sum eru eitt tilboð til allar kvinnur, bæði tær sum hava verið í Kvinnuhúsinum, og tær, sum ikki hava verið her.

- Góða Elin!
- Hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið tær bestu, so mugu vit staðfesta orðafellið um, at eini hús aldri eru smá ella tóm, um tey eru fylt við kærleika.
- Eg havi havt nakað við Kvinnuhúsið at gera gjøgnum árini. Í 2013 var eg við sum landsstýriskvinna at leggja fram heildarætlanina fyri harðskap í parløgum og nærsambondum, og seinni málið um harðskap og kynsligan ágang.
- Eg kann fortelja eina stutta søgu um, hvussu tilvildarlig sambond kunnu fremja eina góða søk. Einaferð hitti eg púra tilvildarliga eini eldri damu umborð á flogfarinum á veg til Føroya.
- Eftir stutt prát vísti tað seg, at hon hevði tilknýti til ymsar grunnar, sum veittu hjálp til kvinnur í torførum umstøðum.
- Og eg spyrji, um hon ikki onkurvegna kundi stuðla Kvinnuhúsinum?
- Úrslitið varð, at Kvinnuhúsið fekk ein stuðul uppá 100 túsund krónur. Eg minnist at partur av hesum varð nýttur til ein massasjustól. Soleiðis kann alt gera mun, og soleiðis kunnu púra tilvildarlig sambond fremja eina góða søk.

- Góða Elin!
- Tað er helst ongin ivi um, at vit báðar eru samdar um, at vit eiga at hava eina nullhugsjón, tá tað snýr seg um harðskap. Fegnast vóru vit, um Kvinnuhúsið stóð tómt.
- Men tá veruleikin nú einaferð ikki sær soleiðis út, so er tað onki yvir at dylja, at vit øll somul fegnast um at hava fólk sum teg at røkja hesa uppgávu.
- Tí skal eg býráðsins vegna veita tær eina hjartans tøkk fyri tín stóra innsats hesi 25 árini.
- Samstundis fari eg at ynskja Ann-Britt Fríðheim Mortensen bestu eydnu og blíðan byr, nú hon tekur við starvinum sum stjóri í Kvinnuhúsinum frá 1. desember, segði Annika Olsen at enda.

Fleiri myndir eru á síðuni hjá Tòrshavnar kommunu á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo