Flaggdagin, sunnudagin 25. apríl kl. 15.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.
Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 15.00. Gullfinn ber flaggið, og St.Í.F.-kvinnurnar luttaka í skrúðgonguni.
Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Elin Henriksen flaggrøðuna.
Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.
Veri hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo