Tann 16. apríl byrjaði Elin Brimheim Heinesen í starvi sum fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni hjá Landsbókasavninum.
Uppgávurnar hjá Ljóðbókatænastuni eru at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.Virksemið hjá Ljóðbókatænastuni verður lagt til rættis saman við Ljóðbókanevndini, sum er mannað við umboðum fyri Landsbókasavnið, Sjóndepilin, Nám, Býarbókasavnið, Føroya Blindafelag, Meginfelag teirra Brekaðu og Felagið fyri lesi- og skriviveik og orðblindafelagið
Elin Brimheim Heinesen er fødd 25. juni 1958 í Tórshavn. Hon er cand.mag. í fagurfrøði og mentan við hjágrein í føroyskum máli og bókmentum. Harumframt hevur hon útbúgving sum filmshandritahøvundur frá Den Danske Filmskole og í vinnubúskapi frá Copenhagen Business School.
Elin hevur arbeitt bæði í Danmark og í Føroyum við miðling, samskifti, marknaðarføring og fyriskipan í mong ár og hevur drúgvar royndir við bæði prentaðum miðlum, loftmiðlum og netmiðlum sum journalistur, ritstjóri og útgevari, umframt at hon hevur verið virkin innan tónleik og aðra mentan.
(Meira fæst at vita um Elina á: http://heinesen.fo)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo