Hagstovan: Elias var best umtókta navnið á dreingjum føddir í 2023. Ellivu dreingir fingu navnið Elias. Næstbest umtókt var navnið Brandur, sum tíggju dreingir vórðu nevndir í 2023. Tað skula vanliga fleiri til enn fimm við sama navni fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn. Nøvnini Elias og Brandur vóru sostatt serliga væl umtókt í fjør.
Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Liam, Nóa, Martin og Jákup. Fýra dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn.
Elias er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum. Tríggjar ferðir hevur tað verið best umtókta dreingjanavn. Síðani 1985 hava 90 fingið navnið Elias, og við ársenda í fjør vóru 104 menn við navninum Elias búsitandi í Føroyum.
Beint í hølunum á Elias var navnið Brandur, sum eisini hevur verið væl umtókt seinastu 20 árini. Brandur var næstbest umtókta navn í 2023 og best umtókta navn í 2022. Tíggju fingu navnið í 2023, fimm í 2022, og eisini fimm fingu navnið í 2020. Tilsamans 124 dreingir hava fingið navnið Brandur síðan 1985.
Liam og Nóa eru vorðin væl umtókt dreingjanøvn. Átta dreingir fingu navnið Liam og átta Nóa í 2023. Bæði nøvnini eru lutfalsliga nýggj. Áðrenn 2005 var eingin nevndur Nóa, og eingin var nevndur Liam áðrenn 2010.
Fleiri nýggj dreingjanøvn eru komin á listan síðan 1985, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru Silas, Nóa, Jónatan Liam og Bragi. Navnið Grettir var á fyrsta sinni givið nýføddum dreingjum í 2023.
Tilsamans 312 dreingir vóru føddir í 2023. Um 60% av teimum vóru einnevndir.
Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo