Hagstovan: Best umtókta navnið til gentur, føddar í 2020, var Vár. Í aðru røð vóru tað Aria, Eir, Emma, Hanna, Lilja, Lív og Tóra. Samanborið við 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, eru fleiri av hesum nøvnunum nýggj. Tó var Vár best umtókta navnið bæði í 2001 og 2020. Onnur vælumtókt gentunøvn í 2020 vóru Barba, Lóa, Nora, Olivia og Ranja.
Best umtókta dreingjanavnið í 2020 var Elias. Síðani komu nøvnini Benjamin, Levi, Lukas, Brandur, Hákun og Mattias. Onnur vælumtókt dreingjanøvn í 2020 vóru Filip, Bartal, Liam og Silas.
Millum tey sum búðu í Føroyum 1. januar í ár vóru Maria, Anna og Annika tey vanligastu konufólkanøvnini. Síðani koma vælkend nøvn sum Marjun, Katrin, Beinta og Rannvá.
Hjá mannfólki hava nøvnini Jákup og Jógvan ligið sum nummar eitt og tvey síðani 2001. Somuleiðis hava Rúni, Bárður, Martin, Høgni og Magnus verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo