Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Framúr hondbóltsleikarin, tann 19 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, er fyrsti føroyingur, ið er svenskur meistari í manshondbólti. Tað gjørdist hann herfyri við felag sínum, IK Sävehof.

Elias hevur veruliga gjørt vart við seg fyrsta kappingarárið í svenskum topphondbólti. Hann hevur longu drúgva søgu innan hondbóltin, t.d. varð hann valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið í Georgia í 2018. Hann hevur gjørt vart við seg í fleiri øðrum sambondum, men serliga minnast fólk hann frá EM-kappingini fyri stuttum.

Í dag var Elias á stuttari vitjan á Ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði honum eina viðurkenning. Elias nýtti høvið at greiða frá gongdini við hondbóltinum í Svøríki, og hvørjar framtíðarætlanir hann annars hevur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo