Eldur var í umborð á báti á Argjum í kvøld, men sambært Vakthavandi, so tók tað skjótt at sløkkja eldin.
Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 20.44 og ikki nógvar minuttir seinni var eldurin longu sløktur.
Orsøkin til eldin verður kannað, sigur Vakthavandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo