Boðað varð frá eldi í einum bili í Kollfjarðartunlinum fyrrapartin. Eitt fólk var í bensinbilinum, og viðkomandi slapp sum skilst snikkaleysur.
Men tunnilin var stongdur í ein tíma ella har á leið, og bilførarar sum skuldu til og úr Havn noyddust tí at koyra eftir oyggj.
Eldurin var so mikið umfatandi, at týðulig merki eru í vegbananum, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo