Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Her er nógv gott er komið av skafti gjøgnum ár og dag, uttan at eg skal nevna alt úr rúgvini, tí so verið eg ikki liðugur at ramsa alt upp. Sigur Levi Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu

Hettar hava vágbingar altíð havt í sær, at fáa nógv av skafti og eisini við at ganga undan innan fleiri økir og ikki verður hugsa um hvønn lit ella um onkur er betri enn nakar annar. Arbeiði skal bara gerast til gavn fyri framburðin í bygdini.

Styrkin er nok okkara samahald og at fremja ting saman og væl gongur tað. Sigur Levi Mørk, formaður hjá mentamálanevndini hjá Vágs kommunu

Tað er við stórum takksemi, til tykkum øll sum gera hettar megnar arbeiði púra sjálvboði.

Tá er tað sera nemt hjá okkum í Vágs kommunu, sum jú vara ítróttarøkinum í Vági, at játtað nakrar krónur til tilfar og til aktivtetir annars, so at tykur kunnu fara til verka.

Tykur eru so aktiv, at okur klára sjálvir í Vágs kommunu illani at fylgja við. Tí tykur vilja at her skal henda nakað beinavegin, tí tykur vita at tað gerð mun. Tað gerð stóran mun og so sannligani eisini.

Vágsbygd blòmar á sera nógvum økjum, hóast langur vegur er á mál, men tað kemur so við og við.

Eg eri tykkum sera takknemligur og hava tit nú gjørt eitt megnar sjálvboði arbeiði í VB húsinum og nú eru tit farin í ítróttarhøllina fyri at fríðka um og eisini fyri at betra um ljóðviðurskiftini í høllini.

Eg vil eisini takka starvsfólkum hjá Tekniska deild hjá Vágs kommunu, sum eru einastandandi góð til, at alt skal henda saman við tykkum. Tykur eru eisini gull verdir.

Uttan tykkum øll, eingin nevndur ella gloymdur, hevði trívnaðurin í Vági verði sera fátækur.

Alt hettar sjálvboði arbeiði frøðir. Tykur eru øll gullverd.

Takk fyri.

Levi Mørk
Formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo