- Eg føli meg ikki sum 60 ára gamla. Eg føli meg sum eina 20 ára gamla við 40 ára royndum, sigur Ann Andreasen við Sermitsiaq.
Yvir helvtina av lívi sínum hevur Ann Andreasen arbeitt millum børn á Barnaheiminum í Uummannaq. Har hevur hon starvast yvir 35 ár, og tey seinastu 30 árini sum leiðari. Hon hevur arbeitt við ótaldum barnalagnum, so tyngjandi, at tað helst hevði fingið onnur at givist eftir færri árum, skrivar Sermitsiaq.
Í februar í fjør var Ann Andreasen kosin Ársins Eldsál av P2 hjá Danmarks Radio. Sermerkt fyri hana, so gevur hon øðrum æruna fyri heiðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo