Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Loyvi mær at endurgeva eina viðmerking hjá forkvinnuni í  Heilsuhjálparfelagnum.

Í URD hava tey eina góða starvsfólkanormering.

Eitt annað tey eisini gera er, at starvsfólkini eru bólkaleiðarar, eina viku ísenn. Sera inkluderandi og viðførir, at øll hava ávirkan á sítt arbeiðspláss, ið økir um nøgdsemið og trivnaðin. Meir av hasum! Citat endað.

Sum fyrrverandi forkvinna á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, vísti eg afturvendandi á, at umsitingin eins nógv átti at snúgva seg um starvsfólkaleiðslu, sum um fíggjar- og rakstrarstýring.

Eg skrivaði fleiri skriv til táverandi borgarstjóra og kommunustjóra um týdningin av leiðslum og stovnsleiðslum og ynskti økið endurskoðað, eisini við atliti til verandi skipan og fjarleiðslu.

Viðmerkingarnar hjá Heilsuhjálparfelagnum stuðla undir hesum ynski um broytingar á leiðslu og umsitingarliga partinum hjá Tórshavnar kommunu.

Ikki fyri at seta niður á verandi stovnsvirksemi, sum í flestum føri er gott, men fyri at vísa á, at vit í afturgongdstíðum mugu hugsa nýtt og hugsa øðrvísi fyri at tekkjast og trekkja til okkara flest møgulig starvsfólk.

Tað er so nógv lættari politiskt at fyrihalda seg til standmyndir, hugnaøki, svimjihyl, Havnará og so framvegis, og nógv verri at fyrihalda seg til gerandisrakstur, íroknað nøgdsemi, rationaliseringar og nýhugsanir á eldra- ella dagstovnaøkjum, eins og tað krevur breiða politiska tankagongd.

Sjálvsagt eiga politikarar at hava hugsanir og meiningar um økini, men borgarstjórin varar av rakstrinum, burturav, og hevur skyldu til at skipa økið umsitingarliga til eisini at snúgva seg um trivnað, rationaliseringar og nýhugsanir, bæði í gerandisrakstri og nýggjum rakstrarøkjum.

Vit hoyra frá Búskaparráði, vit hoyra av Løgtingsins røðarapalli, vit lesa og hoyra úr tíðarritum og miðlum  um manglandi hendur, um avbjóðingar, um afturgongd av lesandi til økini, um skeivt aldursbýti í starvsfólkahópi og so framvegis og so framvegis.

Jú, vit hoyra nakað um reformar, men vit hoyra nærum einki um borgarstjóra og um tað, sum eg omanfyri havi verið inni á, gerandisdagin á økinum.

Eg eri greið yvir, at Tórshavnar kommuna er í gongd við eina trivnaðarkanning.

Sjálv haldi eg tað í besta lagi vera burturspilt arbeiði, og í verra lagi rurar borgarstjóra og Eldranevnd í bíðistøðu og undanførslu fyri einki at gera og kostar kommununi konsulentarbeiði, eins og tað gevur myndina av umsiting í frástøðu.

Í flestu førum flyta trivnaðarkanningar einki, tí fólkini, sum skulu taka sær av tí eru tey somu, sum ikki tóku sær av tí.

Nýhugsan, borgarstjóri/leiðslur og trivnaður á vælferðarøkjunum verða avgerandi fyri, hvørt vit megna økið í framtíðini, og í hvønn mun borgarstjóri-/ar hava evni til at seta  fólk við áhuga í starvsfólkaleiðslu, við viðføddum evnum í umsorgan og við evnum at arbeiða saman við øllum fólkunum á vælferðarøkinum.

Sjálvsagt skulu lønarviðurskifti, arbeiðstíðir, vaktir og annað dagførast og tillagast soleiðist, at almenni tørvurin eftir starvsfólki og ynski hjá starvsfólki hóska saman, í mest møguligan mun, og verður hetta eisini at endurskoða.

Latið okkum krevja av okkara politikarum, Búskaparráði, øðrum myndugleika og miðlum, at uppgávur, lýsingar og avbjóðingar hava nøktandi adressur, á eldraøkinum, eins og í øllum málum.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo