Eg havi lisið á vp.fo um eldraøkið á Sandoynni.
Sum heilsurøktari á Áargarði á Sandi, má eg viðmerkja, at útsøgnin um at varaleiðarin er langtíðar sjúkramelda ikki er sonn. Tað starvið var avtikið í 2014.
Men stjórin, ið nú er sjúkrameldað, setti ein fyribils varðaleiðara frá 1 nov. til 31. des. í 2020.
Tað tíðarskeið ið áður er nevnt og eftir tað tíðarskeið sum talan er um, hevur ongin varaleiðari verið.
Men vit hava ein visitator á økinum. Tað er visitatorin ið tosað verður um.
Eisini má eg viðmerkja, at sjúkrameldingarnar, ið tit vísa á, ikki eru knappliga komnar nú. Hesar sjúkrameldingarnar hava verið tey seinastu umleið 4 árini.
Økið er ikki í skeljasori, vit hava havt ein stjóra, ið tók uppgávuna uppá seg, frá tíðarskeiðinum har sjúkrameldingin hjá stjóranum kom til og við 4. juni.
Tað vil siga, at vit ikki hava havt ein stjóra í 4 dagar.
Tá tað so er sagt, vil eg siga, at stýrið hevur havt uppgávuna undir góðari hond, tá ið hugsað er um hvussu tilstandurin er á eldra økinum um alt Føroya land.
Hetta tykist sum ein jagstran eftir einum persóni, ið bert hevur sitið á sínum posti á eldraøkinum síðan fyrst í 2021, og trupulleikin ið talan er um, hevur jú verið í fleiri ár.
Trupulleikin sum er nú, er longu farin til viðgerðar.
Sjúkrarøktafrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir fara saman við stýrinum, stýrisformanninum og næstformanninum at finna tí bestu loysn, ið er hóskandi til Sandoynna.
Tað er mær løgið, at ein dulnevndur persónur, fer á vp.fo at skumpa undir nakað, ið longu er í gerð.
Sunneva E. Larsen
Heilsurøktari á Áargarði
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo