Av tí at elbilar slíta vegirnar meira enn aðrir bilar er eisini rímiligt, at tey sum eiga elbil skulu av við meira í vegskatti, tað siga politikararnir í landslutinum Alberta í Kanada sum hava hækkað vegskattin frá í ár at rokna, tað skrivar miðilin Automotive News Canada.
Eyka árliga upphæddin sum verður kravd frá elbilum er um 200 kanadiskir dollarar, sum er áleið 1.000 krónur í okkara pengum.
Sagt verður, at gjaldið hóast alt er nógv minni enn tað sum spart verður, um bileigarin skuldi keypt brennievni til bilin, tí stór avgjøld eru á brennievni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo