Hósdagin er eitt gott høvi at kunna seg um, hvat rørir seg á elbilamarknaðinum, og at royna ein elbil er eisini í boði. Orka á Umhvørvisstovuni skipar fyri elbiladegi í Norðurlandahúsinum seinnapart hósdagin 29. oktober.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin kl 14.00.
Í Noregi er longu nærum fjórði hvør nýggi bilur ein elbilur. Vit hava bjóðað norska politikaranum og rithøvundanum, Mathias Fischer, at hugleiða um elbilar í Noregi.
Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV, fer at greiða frá um løðistøðir og prísásetingar. Gunnar Restorff og Marita Klein Joensen fara at fortelja um persónligar royndir við elbili í Føroyum.
At enda verður pallborðsfundur, har umboð frá bilasølum greiða frá um menning og avbjóðingar á elbilamarknaðinum. Høvi verður at seta spurningar.
Undir øllum tiltakinum hava føroyskar bilasølur básar og sølufólk í forhøllini og uttanfyri standa nýggjastu elbilarnir klárir til ein royndartúr.
Tiltakið er ókeypis, men vegna smittusporing er neyðugt við tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, https://www.nlh.fo/#/6153/elbiladagur.
Tiltakið verður stroymt á www.nlh.fo
14:00 Vælkomin - Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í umhvørvismálum
14:10 Elbilar í Noregi - Mathias Fischer
14:40 Løðistøðir og prísáseting - Terji Nielsen, SEV
15:00 Elbilar rigga í Føroyum - Gunnar Restorff og Marita Klein Joensen
15:30 Pallborðsfundur: Umboð fyri bilasølur hugleiða um menning og avbjóðingar á elbilamarknaðinum
16:00 Samanumtøka - sølufólk standa framvegis í forhøllini og elbilar uttanfyri
18:00 Tiltakið endar
Tiltakið verður stroymt beinleiðis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo