Ekstrablaðið hevur í dag keypt bold.dk, sum er fimtstørsti digitali tíðindamiðilin í Danmark.
Ekstrablaðið skrivar í dag, at avísin hevur keypt sær heimasíðuna, sum verður vitjað hvønn dag av fleiri donskum fótbóltsfjeppum.
Men tað eru eisini fleiri føroyskir fótbóltsfjeppar sum vitja bold.dk, serliga í sambandi við Premier League, har gott yvirlit er yvir, hvar PL-dystirnir verða vístir.
TV 2 skrivar, at heimasíðan hjá Ekstrablaðnum var sambært Dansk Online Index størsti tíðindamiðil í mars við 644 milliónum vitjanum. Bt.dk var nummar tvey á listanum við 535 milliónum vitjanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo