Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Stund er at gleða seg til meira nýggjan tónleik frá songkvinnuni og tónaskaldinum Eivør, tí 18. septembur kemur onnur Eivør útgávan í 2015.

Fyrr í ár kom ensktmælta plátan Bridges, og í løtuni verður síðsta hond løgd á føroysktmæltu systraplátuna Slør. Tvær ymsar útgávur, ið tó eru vorðnar til í sama tíðarskeiði sum partar av somu sangskrivingartilgongd.

Eivør lýsir tilgongdina handan tær báðar systrapláturnar soleiðis: ”Meðan eg skrivaði sangirnar, komu teir allatíðina til mín á tann hátt, at eg skrivaði ein enskan tekst og beint eftir kom ein føroyskur tekstur – eitt slag av spegilsmynd. Teir flestu sangirnir eru skrivaðir saman í pørum.” Talan er altso bæði um tvey ymisk verk og um eitt savnað verk.

Har Bridges er ljós og langtandi er Slør meira rá og reflekterandi. Bridges ber dám av heimlongsli, vinskapi og kærleika. Plátan viðger brúgvarnar okkara millum; sambond millum menniskju, støð og tingini, ið vit ávirkast av. Slør ber hinvegin brá av útlongsli og tráan eftir frælsi. Eitt slør kann vera súmbol uppá markið millum hitt núverandi og tað farna, og eitt brúðarslør verður ofta sæð sum eitt súmbol uppá eydnu og yvirgeving.

Eivør er sostatt í einum produktivum og kreativum tíðarskeiði, og hevur stóra viðgongd í m.a. Týsklandi, har hon hevur spælt yvir 50 konsertir í 2015 aleina.

Í næstu viku fer hon við bólki á konsertferð í Danmark. Bridges og Slør eru ávikavist hennara níggjunda og tíggjunda plátuútgáva.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo