Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið verður gongugøtan í Havn fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroyskum tónleikanøvnunum fara á pall á Tórsfest 2016.

Og í dag hava fyriskipararnir avdúkað enn eitt navn, tí Eivør Pálsdóttir verður millum mongu bólkarnar á stóra konserttiltakinum Tórsfest 2016 leygarkvøldið.

Eivør Pálsdóttir er ein tann mest viðurkenda songkvinnan í Føroyum, og tað er ikki uttan orsøk. Bæði í Føroyum og úti í verð savnast fólk í hópatali at uppliva føroysku Eivør.

Í fjør gav Eivør fløgurnar Bridges og Slör út, og tær hava verið sera væl móttiknar. Eivør hevur megnað at sungið seg inn í hjørtu føroyinga, og eingin ivi er um, at Eivør fer at bergtaka fjøldina niðri í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið.

Umframt Eivør er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtóktu donsku bólkarnir Carpark North og Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár, Eyðun & Terji og Punjab eisini fara á pall í gongugøtuni leygarkvøldið.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagn, tá Angela og Hannibal, Bubu og Kúllarnir fara at undirhalda børnunum.

Fá atgongumerki eftir í forsølu
Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest hevur gingið sera væl í ár og nú eru bara heilt fá atgongumerki eftir í forsølu. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo