Tað er tónaskaldið John Lunn, ið millum annað hevur gjørt tónleikin til Downton Abbey, ið hevur fingið samstarvið við Eivør í lag.
Eftir at hava funnið Trøllabundin á Youtube, gjørdist hann sannførdur um at Eivør var júst tann rætti samstarvsfelagin til tónleikin í sjónvarpsrøðini.
Eivør og John Lunn hava skrivað stóran part av tónleikinum í felag, og røddin hjá Eivør verður at hoyra í allari season 1, íð hevur 8 partar.
Fyrsti partur verður vístur í Onglandi og USA 10. oktober, men enn er óvist, nær sjónvarpsrøðin verður at síggja í restini av heiminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo