Eivind Weyhe, lektari á Fróðskaparsetrinum og málfrøðingur, er deyður, 82 ára gamal.
Eivind Weyhe verður av mongum mintur sum ein av føroya fremstu málfrøðingum. Hann hevur á mangan hátt lagt afturat stríðnum at varðveita føroyska málið, og hevur eisini givið út fleiri bøkur og rit.
Eivind Weyhe var mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskaði føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði.
Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Seinasta útgávan var bókin Vatnanøvn í Føroyum sum kom í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo