Oasan: Nú er nakað langt síðani at Eivind Frøen seinast vitjaði í Føroyum.
Tað eru mong sum í gjøgnum næstan hálva øld hava notið gott av og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind.
Tað eru mong mennniskju, sum kunnu siga, at tey komu til trúgv á Jesus gjøgnum hansara talur, og at undirvísingin úr Guðs orði var til stóra hjálp í teirra andaliga og sálarliga lívi.
Skráin fyri vitjanina
Sunnumorgunin 11. sept. kl. 11 í Oasuni, Hoyvik
Sunnukvøldið 11. sept. kl. 18 í Oasuni, Hoyvík
Hóskvøldið 15. sept. kl 19.30 Libanon, Sørvágur
Sunnumorgunin 18. sept. Kl 11 í Kelduni, Skálafirði
Sunnukvøldið 18. sept. Kl 18.00 í Soli Deo Gloria, Klaksvík, har Ekklesia syngur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo