Nú valdagurin nærkast kunnu vit staðfesta, at politiska skipanin og fólkaræðið eru fullkomiliga innihaldsleys. Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, men tað er larmandi tøgn tí viðvíkjandi. “The fucked up show must go on”.
Tað bleiv, sum eg spáddi, tá val bleiv útskrivað, at hetta fór at blíva eitt val um einki. Eingin kós, eingin ætlan, einki nakað.
Avbjóðingarnir eru nógvar. Tað eru m.a., ein alsamt vaksandi almennur geiri, ið er blivin ov dýrur at reka. Mongdin av fólkið, sum gjalda fyri almenna geiran fækkast í tali sum árini ganga, tí fleiri og fleiri blíva almennir klientar. Tað er eingin fíggjarligur samanhangur, og tað fer skjótt at enda galið.
Ein ungdómur hvørs rótleysi ger, at tey eru als ikki klár til framtíðar avbjóðingar. Tey eru uppald við at krevja og fáa og einki geva afturfyri til samfelagið. Tað snýr seg bara um persónssøkjan og egináhugamál heldur enn, hvat tey kunnu gera fyri onnur og teirra land. Tað, sum er best fyri teg, er ikki neyðturviliga tað, sum er best fyri alt landið.
Henda krevjarahugsanin situr djúpt í fólki í løtuni. Hetta er orsakað av einum sterkum og oyðileggjandi sosialistiskum rákið í miðstaðarøkinum. Ein sosialistisk miðsavnan, ið so við og við etur upp øll virðir í samfelagnum.
Avbjóðingin við einum ov smalum inntøkugrundarlagið má loysast. At bara dúva uppá fiskivinnu og alivinnu er ikki haldført. Aðrar vinnugreinar mugu fáa størri fokus, har m.a útbúgvingar málrættaðar skulu bjóðast á setrinum. Útbúgvingar sum kunnu styrkja um vøksturin og ikki nyttuleysar útbúgvingar so sum búskaparfrøði, stjórnmálafrøði og líknandi, sum lítið og einki geva samfelagnum.
Eitt av endamálunum við einum fólkaræði er at finna ein felags sannleika. Hann finna vit m.a við at kjakast. Kjakið má byggja á tann felags sannleika og fakta, soleiðis at man sum samfelag kann flyta seg. Tíverri hevur hetta ikki verið galdandi í hesum valstríðnum.
Tað er í dag langt fra orðum til gerðir. Nógv brúka áhugaverd orð og setningar, men vita ikki hvussu man kemur fram á mál.
Fólk sum hava luttikið í valstríðnum burdu snøgt sagt skammast. Tað tykist sum um, at øll tilvitað ganga í blindum og hopa uppá tað besta fyri ein sjálvan. Tey sum bjóða seg fram til at stýra landinum hava ikki sett nakra kós. Tað nýtast tey heldur ikki, tí veljarin hevur eingi krøv.
Tey fokusera heldur uppá, hvussu nógv man skal gjalda veljaran fyri at sleppa til valdið. Henda sjúka politiska mentanin ger landskassan til eina oyðandi gávubúð.
Uppsetanin av valinum er ein av orsøkunum til innihaldsleysa kjakið. Tíðin til at kjakast um torrskild mál er alt ov stutt og talið av luttakarum er ov høgt. Tey kappast um at sleppa til orðanna og koma við “One Liners”, so veljarin kann leggja tey til merkis. Úrslitið er, at tað fer at snúgva seg kenslur heldur enn faktuell viðurskifti. Kjakið, sum hevur til endamáls at gera okkum klókari, ger okkum í staðin býttari.
Tey, ið stýra kjakinum, halda at endamálið er at geva øllum líka nógva talutíð, so øll sleppa at greiða frá, hvat tey ætla. Eitt veruligt kjak eigur at verða leitt soleiðis, at man kemur tættari at eini felags niðurstøðu (sannleika), har kjakstýrarin setir kritiskir spurningur, alt an uppá hvat luttakarnir svara.
Her krevur tað, at kjakstýrarin setur seg inn í málini, sum eru viðkomandi. Heldur ikki har er tað nøktandi. Tey, sum starvast í aktuelt deildini í KVF, eru líka innihaldsleys sum øll hini.
Grundarlagið undir øllum má verða sannleikin og fakta í málunum, tí annars er eingin meining við einum kjakið og fólkaræðið annars.
Rói Vestergaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo