Grannar okkara í Hetlandi hava eins nógv valdømi sum veljast skulu umboð inn á ting.
Hetta er eisini galdandi fyri alt Stórabretland og tey lond, sum hava verið saman við Bretlandi, ja sjálvt heimsins størstu demokrati sum India og USA. Tað er tí greitt, at meginparturin av teimum, sum liva í demokratiskum londum, hava somu valskipan sum hetlendingar.
Men vit hava ikki hesa demokratisku valskipan. Vit hava lutfalsval, soleiðis at tingfólk verða lutaði út millum politiskar flokkar.
Nú hevði Norðlýsið eina oddagrein, har gjørt var vart við, at føroyska valskipanin førir við sær, at summir partar av landinum eingi umboð hava á tingi.
Hesum høvdu vit sloppið undan við at lært av grannum okkara í Hetlandi.
Loysnin er sera einføld.
Løgtingið kann samtykkja at broyta løgtingsvallógina soleiðis, at løgtingsins umboðsmaður fær setningin at býta Føroyar sundur í 33 valdømi, sum hvørt hevur eins nógvar íbúgvar. Tað valevni, sum fær flestar atkvøður, fær boð um at fara á ting at gera valdøminum og øllum landinum gagn.
Broytist íbúgvatalið skal umboðsmaðurin flyta markið millum valdømini so einki av teimum er við skerdan lut.
Tá vit hava fingið eina slíka vallóg kunnu vit rokna okkum millum heimsins demokratisku lond.
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo